Komandi leygarkvøld verður Uriah Heep kvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Talan er um tað triðja Uriah Heep kvøldið. Áður hava slík tiltøk verðu á Tvøroyi og í Vestmanna.
Leygarkvøldið 29. mai verður eitt nýtt Uriah Heep kvøld, hesaferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Borðhaldið byrjar kl. 21, og aftaná verður konsert har Deiggj framføra tónleik hjá Uriah Heep. Aftaná konsertina verður góður dansur við vælsvingandi 70´ara tónleik.
Legendariski rokkbólkurin Uriah Heep eiga enn ein stóran fjepparaskara í øllum aldursbólkum her á klettunum. Hesir fjepparar hava sjáldan møguleika at uppliva eitt kvøld har Uriah Heep tónleikurin er í fokus eitt heilt kvøld. Royndir bæði til tiltakið aftur í 70ini og til Salt í Sárið í Suðuroy vísa, at løgini eru tíðarleys og sera vælumtókt.
Deiggj fortelja, at sera stórur áhugi er millum føroyingar at fara til tey vælumtóktu Uriah Heep kvøldini, sum bólkurin hevur skipað fyri saman við lokalum kreftum. Útselt hevur verið til borðhaldini bæði á Tvøroyri og í Vestmanna. Væntandi koma Heepfjepparar úr Klaksvík og allari Eysturoynni til tiltakið í Fuglafirði. Havnafólk hava eisini verið væl umboða á hinum konsertunum.
Manningin í Deiggj er Dennis Lave, sang; Páll Lave, guitar og kór; Pætur Dam, hammond og tangentar; Fróði Vestergaard, guitar og sang; Sverri Heinesen, bassguitar og kór og Rani H. Christiansen, trummur.
Framførd verða 20 meira og minni kend Uriah Heep løg.
Kvøldið í Fuglafirði verður skipað sum eitt hugnakvøld frá klokkan 21 við borðhaldið. Á stórskíggja verða myndir frá Uriah Heep søguni og frá túrunum hjá Deiggj til Heepvention í Spanien og Finnlandi. Tiltakið snýr seg stutt sagt um at hugna sær saman við øðrum afturvið góðum tónleiki.