Komandi leygarkvøldið verður eitt nýtt Uriah Heep kvøld, hesaferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Borðhaldið byrjar klokkan 21, og aftaná verður konsert har Deiggj framføra tónleik hjá Uriah Heep. Aftan á konsertina verður dansur við vælsvingandi 70´ara tónleiki. Undir borðhaldinum verða vístar eitt nú gamlar Uriah Heep myndir.
- Legendariski rokkbólkurin Uriah Heep eiga enn ein stóran fjepparaskara í øllum aldursbólkum her á klettunum. Hesir fjepparar hava sjáldan møguleika at uppliva eitt kvøld har Uriah Heep tónleikurin er í fokus eitt heilt kvøld. Tí er sera stórur áhugi fyri teimum vælumtóktu Uriah Heep kvøldunum, sum Deiggj hevur skipað fyri saman við lokalum kreftum bæði á Tvøroyri og í Vestmanna. Fólk sum hava verið til hesi Uriah Heep kvøldini hava latið sera væl at og fleiri ætla sær til øll trý, so sigast má at hetta veruliga er nakað sum tørvur er á. Nógv av teimum sum koma vóru tannáringar í sjeytiárunum og hava hug at fríska gomul minnir saman við vinum og kenningum, skriva Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, Mentanarhúsið og Deiggj í tíðindaskrivi.
Deiggj spæla umleið 20 løg. Tey flestu eru kend, men eisini er okkurt minni kent á programminum.
Seinasta freist at melda til borðhaldið er í morgin klokkan 15. Hetta kemst av, at kokkurin í Fuglafirði skal hava tíð at fyrireika matin til buffe´ina, siga tey og leggja afturat, at avmarkað atgongd er til borðhaldið, men til konsertina, sum byrjar stundisliga klokkan 23 er hinvegin eingin avmarking.