Uriah Heep flytur í Høllina á Hálsi

Áhugin fyri konsertini við Uriah Heep í Føroyum er so stórur, at konsertin verður flutt í Høllina á Hálsi

 

Leygarkvøldið 22. september spælir bretski rockbólkurin Uriah Heep í Føroyum. Hetta verður helst seinastu ferð, at væl umtókti bólkurin spælir sínar bestu sangir á føroyskum palli.

Áhugin fyri konsertini hevur verið sera stórur, og fyri nøkrum døgum síðani var útselt til konsertina, sum skuldi vera í Dansifrøi í Havn. Síðani hava fyrireikararnir fingið nógvar fyrispurningar um atgongumerki, og fólk hava eisini umvegis Facebook og netið roynt at fingið hendur á atgongumerkjum til forvitnisligu konsertina.

Tí hava fyrireikararnir avgjørt, at konsertin verður flutt í Høllina á Hálsi í Havn, har tað rúmast fleiri fólk. Konserttíðin verður tann sama.