Leygardagin verður skipað fyri einum sonevndum urgumarathon í Gøtu kirkju, og tí er kirkjan opin fyri áhugaðum frá kl. 11 til 19.00.
Tankin er, at tey, sum hava hug at hoyra urguna, og annars njóta eina løtu í kirkjuni, koma tá tey hava hug, og annars fara, tá teimum lystur, siga fyriskipararnir í tíðindaskrivi.
Gøtu kirkja fekk nýggja urgu í juni 2014, og í stemmum er hetta størsta urgan í landinum. Leygardagin fara 15 føroyskir urguleikarar at framføra ymisk orgulverk.
Hvør urguleikari spælir millum 10- 20 minuttir.
Í kirkjuni er eisini ein framsýning av nótaverkum hjá Finn Widerø, sum hevur donerað alla sína samling av nótum til føroyska Landsbókasavnið.