Urguleikari úr Jesuskirkjuni í Havnar kirkju

Matiné verður í Havnar kirkju leygardagin, og tá fer urguleikarin Sven Verner Olsen at spæla orgul.

Matiné verður í Havnar kirkju leygardagin, og tá fer urguleikarin Sven Verner Olsen at spæla orgul.

 

Sven Verner er urgleikari í Jesuskirkjuni í Keypmannahavn, sum bryggjarin Carl Jacobsen stóð fyri at byggja 1885 – 89. Kirkjan er kend fyri, at urgan er bygd av franska urgubyggjaranum Cavaillé-Coll.

 

Skráin leygardagin vísir, at her er talan um ein sera góðan og virtuosan urguleikara, sum verunliga kann fáa tað allarbesta burtur úr urguni í Havnar kirkju: Verkini, hann spælir, eru av franskmonnunum Théodore Dubois ogCharles-Marie Widor, sum báðir eru kendir fyri at skriva virtuosan urgutónleik.

 

Hann spælir eisini tónleik av dananum Jesper Madsen og av okkara egna Jens Mortan Mortensen.

 

Jens Mortan Mortensen gav í 2006 eitt hefti út við urgutónleiki, og úr hesum hefti fer Sven Verner at spæla urgukoralir, sum Jens Mortan hevur skrivað yvir løgini til »Nú vakni øll úr svøvni glað« og »Sum vársól rísur yvir fold«.

 

– Vælkomin til eina forvitnisliga matiné í Havnar kirkju, heilsa tey úr Havnar kirkja.