Urguleikarar aðalfund

Jens Mortan Mortensen, formaður
------
Urguleikarafelagið hevur aðalfund Leygardagin kl. 11 í Hoyvíkar kirkju.
Urguleilkarafelagið er áhugafelag fyri urguleikarar og í felagnum eru umleið 60 limir. Øll kunnu vera limir og øll sum vilja kunnu koma á aðalfund og taka lut í kjakinum og koma við hugskotum.
Á skránni eru nøkur evni sum eru áhugaverd at tosa um. Tíðirnar skifta og nógv viðurskifti eru sum ávirka støðuna hjá urguleikarum og teimum sum skipa fyri, tá tørvur er á urguleikarum.
Fyri einum ári síðan handaði Urguleikarafelagið saman við Prestafelagnum og Felagnum fyri Kirkjuráðslimir eitt álit til bisp viðv. urgutónleikinum í Fólkakirkjuni.
Í stuttum kann sigast at álitið var eitt uppskot um at skipa landi í 14 ábyrgdarøkji, sum sjálvi skipað síni urguleikaraviðurskifti.
Fyri urguleikarafelagið er álitið nøktandi. Sum støðan er nú, er ongin avtala um ábyrgd ella nøkur framtíðarætlan. Uppskotið um ábyrgdarøki tryggjar eisini at tikið verður hond um trupulleikar viðv. urguspælinum í ymisku økunum í landinum.
Í nøkrum kirkjum verður skipa so fyri at urgan kann spæla sjálv. Trýst verður á ein knøtt, tá urgan skal spæla. Flestu av hesum kirkjum liggja upp til ein tíma frá t.d. Havnini, og Urguleikarafelagið metir at tað skuldi borið til, at fingið eina skipan har urguleikarar koma uttanífrá og spæla. Kanska eitt ískoyti til lesnaðin hjá ungum næmingum í musikkskúlaverkinum.
Í 2004 skipaði Urguleikarafelagið saman við Rithøvundafelagnum og Prestafelagnum fyri einum seminar um nýggjar sálmar.
Aftaná seminari skipaði ein bólkur seg sum hevur valt sálmar út til eitt Ískoyti til sálmabókina.
Ískoyti er á veg og við aðalfundin leygardagin verður eitt eintak av fyribils-uppsetingini av nótunum lagt fram.
Fyri 2 árum síðan var søkt eftir næmingum til Præliminera Urguleikaraútbúgving.
4 næmingar ganga til urguspæl á Miðnám í Musikkskúlanum og fyrstu próvtøkurnar vera í august.
Próvtøkurnar og lesnaðurin verður skipaður saman við Sjællands Kirkemusikskole.
Vit eiga at arbeiða fram ímóti at taka nýggjar næmingar inn á fyrireikingarár til PO aftur um eitt ár.
Vit kundu eisini hugsa okkum at fingið fleiri byrjunnarnæmingar í urguspæli úti um landið.
Á skránni leygardagin eru onnur nýggj átøk sum t.d. Vøggusangur (á donskum babysalmesang). Vit hava fingið ein fyrispurning um at skipa fyri norðurlendskari kirkjusangarastevnu í 2014.

Í nevndini fyri Urguleikarafelagið sita Oddvør Johansen, skrivari, Jonni Hansen, kassameistari, Heðin Kambsdal, tiltakslimur og Jens Mortan Mortensen, formaður. Um onkur hevur áhuga í nevndararbeiði er hon/hann vælkomin á fundin. 'Val av nevnd' er á skránni.
Eva Heinesen, stigtakari til stovningina av Urguleikarafelagnum, fór úr nevndini í fjør. Eva sat í nevdini frá byrjan av og hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Takk fyri Eva.
Vónandi møta urguleikarar fjølment til fundin.