Urd skal stjórna Norðurlandahúsinum

Í sambandi við at Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, hevur fingið eina tíðaravmarkaða arbeiðsuppgávu frá Nordisk Ministerråd, sum hann má røkja í Danmark, fær Norðurlandahúsið annan stjóra eitt tíðarskeið.

Verandi stjórin verður burturstaddur í tíðarskeiðnum 10. september til 16. Desember í ár, og hesa tíðina fer Urd Johannesen, varastjóri, at vera virkandi stjóri í Norðurlandahúsinum.

Í sambandi við arbeiðsuppgávuna í Danmark fer Niels Halm at røkja uppgávuna í skrivstovuhølunum hjá Føroysku Sendistovuni á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.