Barbara í Gongini og sonurin Hauge í Gongini Djernis Myndir: Dávur Winther

Úrbregi: Móðir og sonur sýna fram

Í gjár lat upp forvitnislig framsýning í Norðurlandahúsinum, har Barbara í Gognini og sonur, Hauge í Gongini Djernis, saman sýna fram við framsýningini »Úrbregði«

Barbara í Gongini og sonurin Hauge í Gongini Djernis Myndir: Dávur Winther

Barbara í Gongini og sonurin Hauge í Gongini Djernis sýna fram saman í Norðurlandahúsinum. Sjálv sigur Barbara, at hon hevur verið sera spent upp á hesa framsýningina, har tey við sínum ymisleika sýna fram saman.

 

Hugskotið til framsýningina kom, nú Barbara var við at pakka saman í hølunum á Refshaleøen í Keypmannahavn, har hon hevur hildið til í fleiri ár og er mitt í øllum rokanum.

 

##med2##

##med3##

– Her verða tað sonur mín og eg, sum hittast, har vit fabulera um samleika og dna. Hann arbeiðir digitalt taktilt, og eg analog taktilt – og um, hvussu vit lenda í sama estitikki/anti estetikki, sigur Barbara í Gongini, tá vit hitta hana umvegis internetið á ferð á Maldivunum.

 

– Tað snýr seg um, hvat formar okkum, og hvaðani kemur íblásturin, sum skapar landið og fólkið og so víðari, sigur hon.

 

##med4##

##med5##

Framsýningin, sum lat upp í gjár, er opin til 3. mars 2024.

 

Um Barbaru í Gongini

 

Fødd í 1966 í Fuglafirði. Er Føroya mest kenda avantgardesniðgevi, og serliga ráa, svarta sniðgevingin, sum á listarligan hátt sambeini asfaltið í stórbýnum við skørpu fuglabjørgini, kann skjótt hátíðahala 25 ára dagin. Hon sýndi fyrstu ferð fram kollektión sína í 2000, stutt fyri at hon gjørdist partur av sniðgevingarhandlinum Könrøg, og í 2005 stovnaði hon egna merki sítt BARBARA I GONGINI. Hon hevur síðani verið í fleiri norðurlendskum verkætlanum innan list og sniðgeving, síðst var tað framsýningin The Weather Diaries, sum varð sýnd fram í Frankkfurt (2018) og Seattle (2019). Í 2017 fekk hon Mentanarvirðisløn Landsins frá Mentamálaráðnum.

 

##med6##

##med7##

##med8##

 

Hauge í Gongini Djernis

 

Føddur í 1996 í Keypmannahavn, gongur á Kunstakademiet í Tróndheimi. Hauge í Gongini Djernis arbeiðir bæði digitalt og analgot. Verk hansara eru á gáttini millum tann nátúrliga heimin, sum er kring okkum við einum syntetiskum digitalum veruleika. Sum hálvur føroyingur arbeiðir hann við evnum sum at hoyra til eina náttúru og eitt land, sum fyri honum er merkt av minnum og frásagnum. Digitalu rekonstruktiónirnar kunnu síggjst sum málbering um eitt minni um eitt land.

 

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

##med34##

##med35##

##med36##

##med37##

##med38##

##med39##

##med40##

##med41##

##med42##

##med43##

##med44##

##med45##

##med46##

##med47##

##med48##

##med49##

##med50##

##med51##

##med52##

##med53##

##med54##

 

 

 

Barbara í Gongini og sonurin Hauge í Gongini Djernis Myndir: Dávur Winther