UEFA Youth League: U19 liðið hjá FC Keypmannahavn, við skálvíkinginum Brandi Hendriksson Olsen á miðvøllinum, spældi í dag javnleik 1-1 móti Real Madrid í Madrid.
Føroyski U19 landsliðsspælarin, sum er úttikin til U21 landsliðið móti Týsklandi í næstum, spældi allan dystin á miðvøllinum hjá FCK í dag.
Real Madrid kom á odda stutt fyri hálvleik, men miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Andreas Ravn Nielsen fyri gestirnar úr Keypmannahavn.
FCK spældi eisini javnt móti Juventus í fyrsta umfari. FCK hevur sostatt tvey stig og liggur ájavnt við Real Madrid á øðrum plássi, meðan Juventus liggur fremst við fýra stigum. Teir vunnu 3-1 á turkiska Galatasaray, sum hevur eitt stig á fjórða plássi.
UEFA Youth League er ein U19 kapping fyri tey liðini, sum eru komin í Champions League.










