Úr savninum: Tá KÍ vann á Víkingi í steypafinaluni í 2016

Gamli GÍ og Víkinga-leikarin, Súni Olsen skoraði avgerandi brotssparkið fyri KÍ í brotssparkskappingini

Tá KÍ vann løgmanssteypið á Tórsvølli í 2016.

 

HER  ber til úr savninum hjá gamla Rás2 at hoyra: hæddarpunkt og samrøður frá Rás2 frá steypafinaluni í 2016.

 

KÍ vann 6-4 á Víkingi aftaná brotssparkskapping. Talan var um fyrsta steypið KÍ vann í 17 ár, og fagnaðurin var hareftir. Tróndur Arge segði frá dystinum á gamla Rás2 og Rógvi Jacobsen var viðmerkjari. Hoyr samrøðurnar Tróndur gjørdi við ovurfegnar KÍ-arar, og hoyr eisini steypahandanina.

 

KÍ-Víkingur 6-4 aftaná brotssparkskapping 1-1 (1-1 -1-1)

1-0 Sjálvmál (14.)

1-1 Andreas Lava Olsen (31.) 

 

Kelda: Faroesoccer

 

KÍ vann brotssparkskappingina 5-3. Serliga minniligt var tað, at gamli GÍ og Víkinga-spælarin Súni Olsen skoraði sigursmálið í brotssparkskappingini.