Úr Royn til TB

TB boðar í kvøld frá, at drúgvasti Royn spælarin farna kappingarár, skiftir til aldursforsetan

Tvøroyrar Bóltfelag hevur gjørt sáttmála við Signar Hermansson Olsen, sum farnu kappingarárini hevur spælt við Royn, sum í fjør spældi í 2.deild.

 

Signar Hermansson Olsen er porkeningur og 21 ára gamal. Hann var í fjør drúgvastur á Royn liðnum við 16 dystum og 1417 minuttum á vøllinum.

 

Norðlýsið skrivaði fyrr í vikuni, at tað ikki er vist, at Patrik Johannesen heldur fram í TB.