Margunn Jacobsen og Noomi Dalbø Jacobsen arbeiða á sjúkrahúsi og barnaheimi í Tanzania.
Tað var eitt sindur av tilvild, at ungu genturnar úr Norðragøtu endaðu í afrikanska landinum eftir at studentahúgvan kom á høvdið í fjørsummer.
Margunn Jacobsen hevur ætlanir um at lesa til lækna, og fyri hana var tí natúrligt at royna seg á einum sjúkrahúsi. Umvegis felagsskapin Projects Abroad hevur hon fingið møguleikan at arbeiða á einum sjúkrahúsi í afrikanska landinum Tanzania.
Umvegis sama felagsskap fekk Noomi Dalbø Jacobsen møguleikan at arbeiða á einum barnaheimi, somuleiðis í Tanzania.
Ungu kvinnurnar hava nú verið í stórbýnum Dar es Salaam í umleið ein mánaða, og skulu vera har í umleið tveir mánaðir afturat.
Afturat arbeiðinum á sjúkrahúsi og barnaheimi siga tær báðar seg fáa hópin av upplivingum. Tær hava eitt nú verið á oynni Zanzibar, og skulu í næstum á safari.
Fyrr í dag tosaði Rás2 við tær báðar. Hoyr samrøðuna við Margunn Jacobsen og Noomi Dalbø Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.










