Óður maður ætlar at myrða Bush

Amerikanska løgreglan leitar eftir einum manni, sum hevur boðað frá, at hann ætlar sær at myrða George W. Bush, forseta

Seinastu dagarnar hevur amerikanska løgreglan leitað eftir tí 59 ára gamla Lawrence Ward. Hann fór frá húsum seinasta mikudag, og síðani hevur eingin borið eygað við hann.

Ein granni boðaði løgregluni frá, at Lawrence Ward helt lítið um George W. Bush, forseta, og tá løgreglan kannaði íbuúð hansara, komu teir fram á eina mynd av forsetanum. Tvørtur um myndina hevði stóð skrivað "Dead Man" (deyður maður).

Løgreglan og trygdartænastan Secret Servoice stúra fyri, at maðurin fer at royna at beina fyri forsetanum. Kona Lawrence Ward hevur greit løgregluni frá, at maðurin er óður í høvdinum, og at ein av hansara stóru fyrimyndum er Timothy McVeigh. Tað var hann, sum í 1995 legði bumbuna í Oklahoma City, ið kravdi 163 mannalív.