Úr KÍ til HB

Tveir spælarar hjá HB eru farnir til KÍ í vetur. Talan er um René Shaki Joensen og Mads B. Mikkelsen. Nú er HB farið avstað við venjaranum í 1.deild hjá KÍ. Hann eitur Oddur Olsen

Mynd: (hb.fo)

Tveir spælarar hjá HB eru farnir til KÍ í vetur. Talan er um René Shaki Joensen og Mads B. Mikkelsen. Nú er HB farið avstað við venjaranum í 1.deild hjá KÍ. Hann eitur Oddur Olsen.

 

- Tað verður 41-ára gamli klaksvíkingurin Oddur Olsen, ið kemur at standa á odda fyri menningini av okkara eldru ungdómsleikarum. Umframt at vera ”head of coaching” hjá U15- og U17-dreingjum, kemur hann eisini at virka sum høvuðsvenjari hjá okkara 1. deildarmonnum, skrivar HB á heimasíðuni.

 

– Leikluturin hjá mær er tvíbýttur. Onnur uppgávan er at vera hava yvirskipaðu ábyrgdina av menningini hjá U15- og U17-dreingjunum. Har verður tað uppgávan hjá mær at flyta leikararnar upp, og gera teir klárar til vaksnamannfótbóltin. Hin uppgávan verður so at vera høvuðsvenjari hjá 1. deild, sum er seinasta lopfjølin áðrenn tann heilt stóra pallin – Betri deildin, sigur Oddur Olsen við heimasíðuna hjá HB og leggur afturat:

 

– Í 1. deild er ein ungur hópur, og hesin skal so supplerast við nøkrum eldri leikarum, samstundis sum at vit spakuliga skulu slúsa U17-leikarar inn, tá hesir eru klárir.

 

Oddur Olsen hevur drúgvar royndir sum venjari, og fer nú undir sítt 12. kappingarár á rað sum venjari. Í 10 av 11 undanfarnu árunum hevur hann verið venjari í KÍ, har hann hevur verið um teir ungu leikararnar, og gjørt teir klárar til vaksnamannafótbólt. Nú hevur hann skift KÍ út við HB.

 

– Hetta er ein spennandi uppgáva. Eg havi verið í KÍ í 10 ár, og tíðin búgvin til at royna nakað nýtt, og fáa nýggjan íblástur. Og so er tann ætlanin, sum HB nú leggur fram sera spennandi, og gevur meining fyri meg. Eg síggi meg sjálvan í tí leiklutinum sum eg nú fái tillutaðan, og síggi eisini at eg kann útinna nakað her. So eg eri ógvuliga motiveraður at koma í gongd við projektinum at menna ungar leikarar í HB, og gera teir til reiðar at spæla seg upp á besta liðið, sigur Oddur og leggur afturat:

 

– Mads hevur lagt grundarlagið, og eg og Jens Erik koma inn í eitt felag, sum hevur stórar ambitiónir við ungdómsfótbóltinum. Vit hava báðir drúgvar royndir við ungdómsfótbólti, og gleða okkum at koma ígongd.

 

Oddur Olsen er byrjaður í starvinum í dag, 1. februar. Talan er um hálvtíðarstarv, og sáttmálin er galdandi í tvey ár, boðar HB frá.

 

Mynd: (hb.fo)