Manningin, sum hevur longstu leiðina til sjómannadagin í ár, er manningin á íslendska deksbátinum Húni II.
Íslendski deksbáturin gerst partur av skránni leygardagin klokkan 10.30, tá manningin á Húni II fer at ganga í tigandi skrúðgongu við Merkinum ímillum sín.
Undir leiðslu av Klaksvíkar Hornorkestri verður tjóðsangurin sungin, og Merkið verður vundið í húnar hátt.
Eftir tjóðsangin fer Føroya Sjómannadagur at bjóða til stórt kaffiborð.









