Mikudagin vóru miðvíngar norðuri í Urðini, har teir sleptu 12 veðrum.
Veðrið var av tí besta, tá menn løgdu frá landi á Oyragjógv við báti.
Í Urðini vórðu veðrarnir sleptir, og fara nú at ganga her fram til heyst, tá farið verður eftir teimum aftur.
Vanliga verður farið eftir teimum í september mánaði, men okkurt árið viðraði so illa, at teir fyrst sluppu á staðið í november mánaði.
Samstundis sum veðrarnir vórðu sleptir, løgdu aðrir menn út rottueitur.
(Víst verður annars til myndatema´ið hjá Jens Kristian Vang)