Úr EB/Streymi til Skála

Nú Suni Ernstsson fer til Danmarkar at lesa, hevur Skála fingið sær nýggjan málmann.

Flytingarvindeygað hjá føroysku fótbóltsfeløgunum letur aftur í morgin, so nakað av virksemi er væntað komandi tímarnar, og í kvøld hevur Skála boðað frá, at felagið hevur tryggjað sær ein málmann restina av hesum kappingarárinum.

 

Talan er um 21 ára gamla Jákup Højgaard, ið higartil hevur verið at sæð í málinum hjá EB/Streymi. Jákup Højgaard, ið eisini hevur verið úttikin til U21-landsliðshópin, hevur sína fótbóltsuppaling úr B36.

 

Skála mátti hava nýggjan málmann, tí at Suni Ernstsson, sum hevur vart málið hjá skálamonnum, eftir summarfrítíðina fer niður til Danmarkar at lesa, sum so mangir aðrir ungdómar eisini gera. 

 

Skála skrivar á heimasíðu síni, at tað takkar Suna Ernstsson fyri trúgvu tænastuna, meðan felagið samstundis ynskir Jákupi Højgaard vælkomnum til felagið.

 

Avtalan millum Skála og Jákup Højgaard er galdandi restina av kappingarárinum.