Óður Beckham fingið leikbann

David Beckham gjørdist í øðini, tá LA Galaxy fyri kortum tapti 4-3 fyri San Jose. Hann sparkaði bóltin eftir einum liggjandi mótstøðuleikara. Nú hevur hann fingið leikbann fyri sín atburð.

 

Tað er framvegis lív í 37-ára gamla bretanum, sum í síni tíð spældi við Manchester United og Real Madrid. Leygardagin spældi LA Galaxy móti San Jose og móti dystarenda bleiv ein av San Jose leikarunum liggjandi á vøllinum. David Beckham var ikki fegin um støðuna og sendi eina langa neyva avlevering, sum rakti liggjandi leikaran, meðan dómarin var hjá.

 

Bæði David Beckham og San Jose leikararnir fóru nærmast til hendurs og MLS(Major League Soccer) hevur valt at geva David Beckham leikbann í ein dyst fyri sín atburð.

 

David Beckham fekk fyri kortum at vita, at hann ikki er úttikin til OL liðið hjá Bretlandi, so talan er ikki um nakrar góðar dagar hjá frísparksserfrøðinginum.

 

Hendingin sæst undir greinini.