Urðardansur í Kvívík

Leygardagin skipar Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag og Bygdarfelagið Glæman fyri árliga dansinum við bátahylin í Kvívík Ja, nú verður hann so!

Hvør?

Jú, tann vælumtókti urðardansurin verður við bátahylin í Kvívík leygardagin 25. august sum KSR og Bygdarfelagið Glæman skipa fyri.

Soleiðis hevur staðið í bløðunum eina tíð, og nú verður tiltakið so komandi leygardag.

Byrjað verður klokkan 15 við tombola við 200 vinningum og fiskibrunni, hoppiborg og barnaróður verður um viðrar. Hartil verður sjálvandi eisini okkurt etandi, so sum grønar pannukøkur við litaðum róma, kaffi og ísi. Og einki slíkt tiltak uttan eisini ein pylsuvogn.

Byrjað verður við dansinum klokkan 18, og tað verða børnini, sum leggja fyri.

Frá klokkan 21 verður møguleiki at keypa sær ein góðan, grillaðan kjøtbúff við salati, og hann verður etin saman við harmonikutónleiki frá vælumtóktu harmonikutónleikarunum úr Kvívík, sum hita upp til veruliga dansin, sum verður við LM-band og byrjar klokkan 22. Til dansin verður 14-ára aldursmark.

Verður veðrið til vildar, koma motorsúklur frá MC-felagnum til Kvívíkar klokkan 16.

Trygdin verður í lagi, tí samarittar frá Reyða Krossi verða á staðnum. Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk nýta høvið at hava eitt gott kvøld og nátt í Kvívík.