Íslendski miðvallarin, Viktor Helgi Benediktsson var leikarin við flest dystum fyri AB í Betrideildini í fjør. Tað gjørdist samanlagt 25 dystir hjá Viktor Helga Benediktssyni í Betrideildini.
Viktor Helgi Benediktsson skal komandi kappingarár royna seg í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Viktor Helgi skal spæla við HK, ið eins og felagið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik er úr býnum Kópavogi, ið liggur beint uttanfyri Reykjavík.
Í 2017 spældi Viktor Helgi við HK, ið tá spældi í næstbestu íslendsku deildini. Viktor Helgi hevur eisini spælt við Akranesi, við Stord í Noregi, og so hevur hann umframt kappingarárið úti á Argum, eisini spælt fótbólt við einum High School liði í USA.
Hetta verður sostatt á fyrsta sinni, at 25 ára gamli, Viktor Helgi skal royna seg í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.











