Uptown Funk hjá Bruno Mars og Mark Ronson er ársins pláta, 1989 hjá Taylor Swift er ársins útgáva og Thinking Out Loud hjá Ed Sheeran er ársins sangur. Tað varð almannakunngjørt, tá Grammy-heiðurslønirnar vórðu handaðar í Los Angeles í nátt. Bruno Mars og Mark Ronson standa eisini fyri ársins popduo ella bólkaframførslu. Ed Sheeran vann eisini bestu pop solo framførslu fyri Thinking Out Loud.
Taylor Swift gjørdist við hesum fyrsta kvinna, sum hevur vunnið heiðurin fyri ársins útgávu tvær ferðir. Hon vann eisini Grammy-heiðurslønirnar fyri bestu útgávu innan popsang, fyri 1989, og bestu tónleikavideo fyri Bad Blood.
Bad Blood hevur hon gjørt saman við hip-hop'aranum Kendrick Lamar, sum fór heim við fimm Grammyheiðurslønum. Hann fekk heiðurin fyri bestu rappútgávu fyri To Pimp á Butterfly. Saman við Pharrell Williams fekk hann eina Grammy fyri best rappsang, sum var Alright. Alright tryggjaði eisini Kendrick Lamar eina grammy fyri bestu rapframførslu, umframt at hann, fyri sangin These Walls, fekk ein grammy fyri besta rapp- ella sangsamstarv, saman við Bilal, Anna Wise og Thundercat.
Kendrick Lamar var tilnevndur í ellivu bólkum.
Traveller hjá Chris Stapleton gjørdist ársins countryútgáva, Alabama Shakes fekk eina Grammy fyri bestu rokkframførslu fyri Don't Wanna Fight, og The Weekend hevði ársins bestu r&b-framførslu við sanginum Earned If (50 Shades of Grey).
Meghan Trainor er ársins nýkomari, Muse hevur gjørt ársins rockútgávu við Drones,