Upsin nógv meiri verdur enn toskurin

Avreiðingartølini januar til juli í ár vísa, at samantalt er áleið sama nøgd av fiski komin upp á land í ár samanborið við somu tíð í fjør. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Sagt verður, at av botnfiski er nøgdin av toski og hýsu minkað munandi, meðan væl meira er avreitt av upsa.

Sjálvt um avreidda nøgdin av fiski er á leið tann sama sum í fjør, er samantalda avreiðingarvirðið minkað við 20%. Harafturímóti er virðið á upsanum vaksi við góðum 33 milliónum ella 22% mun til sama tíðarskeið 2008. Avreiðingarvirðið á upsanum er nú áleið tríggjar ferðir størri enn avreiðingarvirðið á toskinum.

Av flatfiski er meira av svartkalva komin uppá land í ár, meðan nakað minni av havtasku er avreitt. Samtalt er nakað tað sama avreitt av flatfiski í ár, meðan samtalda virðið er minkað 10% mun til sama tíðarskeið 2008.