Upsi heldur rímiligan prís

Miðalprísurin á upsa er øktur heilar tríggjar krónur fyri kilo síðan 2008.

Meðan upsaveiðan er minkað síðan ársskiftið 2008/ 2009, er miðalprísurin á upsa nógv øktur fram til ársskiftið 2011/ 2012.

 

Sambært viðheftu talvu, sum Grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt, sæst, at miðalprísurin í 2007/ 2008 var um 5 krónur fyri kilo.

 

Í 2010/ 2011 nær miðalprísurin hæddini og liggur tá um 9 krónur fyri kilo.

 

Síðan ársskiftið 2011/ 2012 og fram til 2012/ 2013 er miðalprísurin fallin umleið eina krónu, men er framvegis góður.

 

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, tá upsin var serliga smáur, fekst lítil og eingin prísur fyri fiskin, og stór móðurskip komu higar til lands at taka ímóti upsa.