Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er einki at reypa av. Trý partrolarapør fiska gulllaks.
Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu.
- Báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.
Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men væntandi er, at teir fyrstu fara út aftur ein av komandi døgunum.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar havtasku. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er brúkiligur, verður sagt.