Upsaskip landa mánadagin

Tað gongur stiltið hjá partrolarunum á upsaveiði, og tað tekur tíð hjá skipunum at fáa uppi hálva last, nú upsaveiðan í seinastuni hevur verið so vánalig. Meðan tey seks skipini, sum eru á gulllaksaveiði, hava havt rættiliga góðan fiskiskap, síðan vertíðin byrjaði fyri umleið 14 døgum síðan, gongur munandi verri hjá partrolarunum, sum fiska upsa.

Upsaveiðan hevur nevniliga verið sera vánalig seinastu tíðina, og lítið er komið burturúr hjá skipum og manningum, síðan gýtingin var av.

Á Landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará høvdu tey væntað, at onkur landing fór at vera í endanum av hesi vikuni, me nú er geitt, at tey fyrstu skipini koma ikki innaftur fyrr enn mánadagin.

Teir seks partrolararnir, sum burturav leggja veiðina upp í Saltangará, fóru allir út um nøkulunda somu tíð.

Heykur og Falkur liggja fyrstir til at koma inn at landa - og síðan helst Bakur og Stelkur.

Á Landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at skipini, sum longu hava verið úti tað mesta av eini túralongd, eru hálvfull.

- Men nakað kann væntast aftrat áðrenn mánadagin, siga tey í Saltangará.