Upsanøgdin niður í helvt eftir tveimum árum

Nýggjastu avreiðingartølini fyri sjey teir fyrstu mánaðarnar av 2011 eru nú tøk í hagtalsgrunninum, skrivar Hagstovan.

Nú hálvaárið av 2011 er fari afturum, kann staðfestast at samantalda nøgdin, sum er avreidd higartil í ár er minkað munandi. Samantalda virðið er ikki fallið so nógv sum nøgdin, og tí kann staðfestast, at fiskaprísirnir yvirhøvur hava roynts nakað betri hetta fyrra hálvárið ímun til sama tíðarskeið í 2010.

Undantikið toskafiskiskapinum, sum er kvinkaður nakað uppeftir í ár, so er sama gongd við fallandi nøgd galdandi fyri hini botnfiskasløgini. Serliga er munandi minni avreitt av upsa higartil í ár – áleið 10 túsund tons, ella ein minking á 35%.

Upsin hevur verið álitið í botnfiskaveiðuni seinastu nógvu árini, men sær tað út til, at veiðan nú er minkandi. Um samanborið verður við sama tíðarskeið í 2009, so er áleið helvtin minni av upsa avreiddur í ár í mun til 2009.

Tað at upsafiskiskapurin í ár er munandi verri enn í fjør, er nokk millum annað grundað á verkbannið fyrst í árinum, húsaganing hjá Faroe Seafood og tað, at fleiri av teimum trolarapørunum, sum vanliga royna eftir upsa, hava í summar roynt eftir makreli.