- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap í løtuni, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini fáa tó eisini nakað av toski og longu. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at tveir djúpvatnstrolarar nýliga eru byrjaðir túr. Tí er ivasamt, um teir koma inn aftur at landa í vikuni sum kemur.
- Djúpvatnstrolararnir fiska upsa, og teir fáa eisini nakað av toski og longu, verður lagt aftrat.
Í dag eru bara tveir trolbátar til fiskiskap. Teir hava fiskað havtasku og komu ætlandi inn at landa í dag, tí veðurútlitini eru so vánalig. Trolbátarnir fara út aftur, tá veðrið batnar.
Trý garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva, men tey hava smáligan fiskiskap. Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í vikuni sum kemur. Eitt garnaskip leggur um til línu.