Flestu partrolarar eru til fiskiskap, og flestu pørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er ongantíð vorðin góður í vetur, men skipini fáa eisini nakað av toski og longu.
Mánadagin koma tveir djúpvatnstrolarar inn at landa. Annar hevur mest av toski, hýsu og upsa, og hin hevur djúpvatnsfisk, mest stinglaks. Væntandi loysir onkur djúpvatnstrolari aftrat um vikuskiftið.
- Tríggir trolbátar eru til fiskiskap. Ein fiskar havtasku, og hinir báðir fiska tosk og hýsu. Allir koma inn at landa í vikuni, sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Bæði skipini koma inn at landa í næstu viku, og tey hava brúkiligan fiskiskap.