Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og øll skipini fiska upsa. Fiskiskapurin er hampiligur, og partrolararnir fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Annar fiskar kongafisk, og hin fiskar mest hýsu og tosk. Væntandi koma báðir inn at landa í næstu viku.
Fríggjadagin var bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí helst ikki inn aftur at landa fyrr enn síðst í vikuni.
Væntandi loysa aðrir trolbátar í næstum. Trolbáturin, sum í løtuni er til fiskiskap, fær mest av toski, havtasku, longu og upsa - og so nakað av hvítingi.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý garnaskip fiska svartkalva, og øll skipini ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin eftir svartkalva við gørnum er smáligur.
- Tvey garnaskip fiska havtasku, harav annað skipið frystir veiðina umborð, og hitt ísar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri næstu viku.










