- Flestu partrolarapør eru eystanfyri og fiska upsa. Fiskiskapurin er á einari leið. Møguliga landa nøkur pør miðskeiðis ella síðst í vikuni sum kemur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at fýra partrolarapør liggja við bryggju, men helst fer okkurt par út aftur í næstum.
Tveir av djúpvatnstrolarunum fiska upsa, ein ger roydir á djúpum vatni - og ein fiskar stinglaks og blálongu. Væntandi landar ein djúpvatnstrolari miðskeiðis í næstu viku og hinir møguliga síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.
- Tveir frystitrolarir eru eisini til fiskiskap, og teir fiska svartkalva.
Um trolbátarnar verður sagt, at tríggir eru til fiskiskap, og væntandi koma teir allir inn at landa mánadagin. Trolbátarnir hava mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski og upsa.
Trý garnaskip eru til fiskiskap. Tey fiska øll svartkalva og koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku. Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá garnaskipunum er misjavnur.









