Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Upsafiskiskapurin hjá skipunum er framvegis á einari leið.
- Eitt par er á Reykjanesrygginum og fiskar tosk og nakað av kongafiski og blálongu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og kemur helst at landa fyrst í næstu viku. Hinir fiska allir upsa, men eru nýliga byrjaðir túr - ella fara avstað í næstum.
Allir djúpvatnstrolararnir, sum frysta veiðina umborð, fiska í løtuni svartkalva.
Teir smáu trolbátarnir liggja allir við bryggju, nú veðrið er so ólagaligt. Teir fara væntandi út aftur, tá veðrið batnar.










