Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og væntandi koma tey flestu inn at landa í næstu viku.
- Upsafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tvey partrolarapør fiska gulllaks.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir fiska í bretskum sjógvi og koma inn at landa fyrst í næstu viku.
Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju, men væntandi loysir onkur, tá veðrið batnar.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska havtasku. Tey hava brúkiligan fiskiskap.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.