Upsa og hýsumarknaðurin eru kollapsaðir

Uppá stutt sikt, sær ógvuliga dapurt út hjá partrolarunum, sum veiða upsa og línubátunum, sum veiða hýsu. Nógvur fiskur er at fáa, men marknaður er eingin.
<DPTAB>    Hósdagin fór upsi fyri 2-2,50 kr. fyri kilo, og hýsa 3 fór mikudagin fyri 3,50 fyri kg.
Hetta eru ikki prísir, sum nakar kann liva við, hvørki skip ella manningar

Fiskivinna

Marknaðarstøðan hjá upsa og hýsu hevur leingi verið ógvuliga vánalig, men hitabylgjan, sum hevur herjað í summar, hevur gjørt støðuna uppaftur verri.
Fólk, sum starvast í vinnuni, eru ógvuliga dapurskygd í løtuni. Tey siga, at sæð uppá stutt sikt, verður galin endi, so vánalig sum støðan í veruleikanum er. Umborð á trolarunum, sum veiða upsa og línuskipunum, sum veiða hýsu, er lagið ringt. Hýrurnar eru falnar við 30-40% og í einstøkum førum við 60%. Útróðrarmenn tíma ikki at loysa, tí lítið og einki fæst fyri fiskin. Menn rýma av skipunum, tí hóast nógv er at fiska, fæst einki burtur úr. Tað, sum hevur hildið partrolarunum og línubátunum uppi, er, at skipini hava havt nøkur góð ár, men sum tíðin líður, og eingin broyting kemur í, sær alt daprari út.

Vinnan á landi

Í vinnuni á landi er skilið tað sama. Saltaður upsi selist ikki, og tað ger hýsan treyðugt heldur. Virkini kring landið hava stórar trupulleikar, tí torført ? fyri ikki at siga ógjørligt - er at fáa sáttmálar um framleiðslu av upsa og hýsu.
Trupulleikar eru eisini við gulllaksinum, sum skipini veiða hesa tíðina av árinum.
Í Miðvági, har tey hava arbeitt gulllaks um summarið - og eisini í summar, er einki arbeiði og sum skilst, ætlar Tavan í Leirvík eisini at gevast.
Á Tavuni plaga tey at arbeiða upsa, tá ið eingin gulllaksur er,
men ivasamt er, um nakað verður gjørt við upsan, soleiðis sum støðan er í løtuni.

Spottprísir

Hósdagin í hesi vikuni fór upsi fyri 2 kr. fyri kilo, og hýsa 3 fór mikudagin fyri 3,50 fyri kg.
Í fjør, tá ið virkini byrjaðu aftur eftir summarsteðgin, var prísurin á upsa einar 5 kr. fyri kg. Nú er hann heilt niðri á 2-2,50 fyri kg.
Hetta eru ikki prísir, sum nakar kann liva við, hvørki skip ella manningar.
Í vinnuni siga tey, at prísurin á gulllaksi er fallin heilt niður á kr. 2,75, og tí verður ein patur av veiðini fyribils løgd upp og goymd í Runavík.

Tungur sjógvur

Fólk, sum standa vinnuni nær, siga, at kemur ikki vend í við prísinum á upsa og hýsu, er vandi fyri, at í fyrsta lagi ísfiskatrolararnir og síðan línuskipini fara at sigla í ógvuliga tungum sjógvi.
Hetta er ein syndarlig støða, tí trupulleikin er ikki, at ov lítil fiskur er at fáa. Nógv er at fáa, bæði av upsa og hýsu undir Føroyum.
Í Íslandi fáa teir eisini nógva hýsu, og har hava teir økt hýsukvotuna við eini 20.000 tonsum. Dollarin er lágur, og tí loysir tað seg ikki hjá íslendingum at selja 5-punds vøruna, sum teir eru so kendir fyri, í USA. Úrslitið er, at bretski hýsumarknaðurin gongur undir í hýsu ? og prísirnir eru hareftir.

Saltfiskur

Hóast eingin marknaður er fyri saltaðan upsa, gongur betur við toskinum, tí hann er nógv meira stabilur.
Føroyingar eru nevniliga ógvuliga væl fyri á útlendska marknaðinum, tá ið ræður um saltaðan tosk. Her hava vit sum framleiðarar ein serligan status. Vit hava gott fólk, sum stíla fyri á landi, og útlendsku keypararnir hava stórt álit á toskinum, sum kemur úr Føroyum.
Í vinnuni halda fólk tí ikki, at nakar vandi er við toskinum á útlendska marknaðinum.