Uppvaskarin gjørdist matstovuleiðari sum 19 ára gamal

Hóast bert 19 ára gamal, er ein ungur heimasandsdrongur, ið byrjaði sum uppvaskari á Hotel Skálavík, nú leiðari á matstovuni, Húsagarði á Hotel Brandan.

 

- Sum matstovuleiðari hevur tú stóra ábyrgd. Mær dámar væl avbjóðingar, og eg stórtrívist á Hotel Brandan.

Sum 11-12 ára gamal hevði hann hug at arbeiða. Hann byrjaði at hjálpa Jóannesi Johannesen í Trøðum á Sandi at taka ókrút upp í stóra gularótakálinum hjá miðstovubóndanum. 

 

Systir hansara, Elin Silja, sum er sløk tvey ár eldri, arbeiddi tá á Hotel Skálavík, og nú drongurin hevði roynt seg í gularótakálinum nakrar ferðir, hevði tá 13 ára gamli eisini hug at royna seg á hotellinum. 

 

Hetta eydnaðist, og hann slapp í fyrstu atløgu at royna seg í uppvaskinum á hotellinum. Hugurin at arbeiða var góður, og hann sá, at hetta eisini gav nakrar krónur.

 

- Tá eg hevði arbeitt eini tvey vikuskifti á Hotel Skálavík, kom Svein í Heiðunum til mín, meðan eg stóð í uppvaskinum. Eg fekk rósandi orð, og hann helt, at eg dugd væl at arbeiða – at eg var kvikur, dugdi at skipa meg í arbeiðnum og hevði skil fyri tí, eg gjørdi.

 

Soleiðis greiðir 19 ára gamli, Brian Ágúst Erlingson, frá. Hann er sonur Beintu Simonsen og Erling Arnarson á Sandi. Hesa løtu spurdi Svein unga heimasandsdreingin, um hann hevði hug at vera pizzakokkur á hotellinum.

 

- Eg var jú blaðungur, gekk í Meginskúlanum, og hevði longu tá spælt fótbólt í fleiri ár, har venjing sjálvsagt eisini fór avstað við einum parti av tíðini.

 

Brian sigur, at tað serliga var um vikuskiftini, at hann arbeiddi á Hotel Skálavík.

 

- Eg royndi at arbeiða so nógv, eg kundi, men í fyrsta lagi var tað skúlin, síðan fótbóltur – og so arbeiði. Tað vóru eisini dagar, har eg fór til arbeiðis eftir at hava spælt fótbólt. 

Hann vísir á, at á hotellinum vóru tveir pizzakokkar um hetta mundið, og her kundi vera rættiliga nógv at gera um vikuskiftini. Her fekst ikki bara pizza, men eisini ymiskt annað, umframt at hotellið hevði take away. 

Siri Klementsen var dagligur leiðari á Hotel Skálavík, og Brian hevði uppgávuna sum pizzakokkur kanska í eitt ár ella so. Einaferð spurdi hann Siri, um hon onkuntíð manglaði fólk úti á gólvinum sum tænari um vikuskiftini.

- Jú, eg fekk so høvi at arbeiða fast úti á gólvinum, men tók eisini aðrar uppgávur á meg, tá mest var at gera. Vit høvdu grillsmátturnar, og onkuntíð var eg grillari. Stóð nógv á við uppvaskinum, var eg aftur her og rætti eina hjálpandi hond.

 

Á Hotel Skálavík var eisini leikalandið, og her skuldi ansast eftir, at alt gekk væl fyri seg, og tað vóru eisini løtur, har Brian sat í móttøkuni á hotellinum.

 

Tað var, meðan Brian Erlingson gekk í 9. flokki í Meginskúlanum, at hann í desember hetta árið skuldi velja sær pláss til starvsvenjing. Tað fall honum lætt at velja Hotel Hafnia. 

 

##med2##

 

Tað týdningarmesta, sum ungi heimasandsdrongurin fekk burtur úr starvsvenjingartíðini, var, at hann eftir umleið 10 døgum varð spurdur, um hann hevði hug at koma í læru sum tænari, tá hann var liðugur á Meginskúlanum. 

 

Brian Ágúst Erlingson fór í læru. Hann gjørdist liðugur á skúlanum í desember síðsta ár og fekk prógv frá Yrkisdeplinum fyrst í hesum árinum. Longu áðrenn hann var liðugur við lærutíðina, stóð honum í boði at gerast matstovuleiðari á Hotel Brandan. 

 

Hann er longu byrjaður í nýggja starvinum.

 

- Sum matstovuleiðari hevur tú eina stóra ábyrgd, men mær dámar væl avbjóðingar, og eg stórtrívist á Hotel Brandan. Eg havi nógv góð og dugnalig fólk aftrat mær, og eg eri ógvuliga spentur upp á eitt nýtt tíðarskeið sum leiðari.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar í gjár, er ein størri samrøða við heimasandsdreingin.

 

 

 

 

 

- Sum matstovuleiðari hevur tú stóra ábyrgd. Mær dámar væl avbjóðingar, og eg stórtrívist á Hotel Brandan.

Brian Ágúst Erlingson hevur stóran áhuga fyri víni og gastronomi.