Tað er nógv fiskaarbeiði á flakavirkinum hjá TG Seafood í Hvalba, og seinastu vikurnar hava tey arbeitt í fleiri vaktum. Hvalbiartrolararnir, Niels Pauli og Steintór, landaðu í Hvalba í gjár. Teir partrola og høvdu góð 200.000 pund av upsa.
Tað er heimasíðan hjá Jóanesi Nielsen, sum ber hesi tíðindi.
Túrurin hjá Niels Paula og Steintóri byrjaði hin 15. mars, og skipini hava roynt eystanfyri.
- Hetta er áttanda vikan út í eitt, har arbeitt verður í fleiri vaktum, tí so nógvur fiskur er komin upp her suðuri, siga tey á TG Seafood við heimasíðuna hjá Jóanesi Nielsen.









