At ymiskir flokkar til ymiskar tíðir hava ymiskar loysnir til aktuell mál er heilt vanligt. Politiska arbeiðið er tá at samskipa hesi sjónarmið, soleiðis at ein loysn finst, sum ein meiriluti vil kennast við. Politisku flokkarnir í eini slíkari semju kunnu tá kenna nakað av teirra aftur í semjuni, men tó ikki alt. Slíkt er tað, sum vit kunnu kalla gott politiskt arbeiði.
Tjóðveldisflokkurin hevur nú fingið ávísan vind í seglini, og nú verður stovnsetanin av Tjóðveldinum Føroyum havd á lofti í heilum, sum um tað var ein møguleiki, sum lá beint fyri framman. Men taka vit seinastu veljarakanningina, so eigur flokkurin uml. 25% av atkvøðunum, og tað vil so aftur siga, at 75% ikki taka undir við teimum.
Loysingin hevur sostatt ikki ein demokratiksan meiriluta aftan fyri seg hvørki í fólkinum ella á Føroya Løgtingi.
Sambandsflokkurin, sum undir ongum umstøðum vil gera nakrar sum helst broytingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum, hevur sambært somu kanning uml. 20% av veljarunum aftan fyri seg. Tað vil so eisini aftur siga, at uml. 80% ikki taka undir við teirra støðu um als ongar broytingar.
Støða Sambandsfloksins hevur sotatt heldur ikki ein demokratiskan meiriluta aftan fyri seg hvørki í fólkinum ella á Føroya Løgtingi.
Men eftir eru, tá hesi uml. 25% og hesi uml. 20% eru tikin frá, so ein bólkur, sum telur eini 55-60%. Hetta er ein bólkur, sum ikki vil hava loysing, men samstundis heldur ikki, at viðurskiftini fáa loyvi at verða óbroytt. Spurningurin er so, um tað ber til at mobilisera henda meiriluta í fólkinum í einum politiskum samstarvi.
Stjórnmálanevndin
Júst hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin nú á øðrum sinni hevur roynt við uppskotinum um setan av hesi góðu stjórnmálanevnd. Ein nevnd úr Løgtinginum, sum her heima fer undir at samskipa sjónarmiðuni hjá politiska meirilutanum til eitt skilagott føroyskt útspæl. Til eina føroyska semju um broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danamrk. Ein semja, sum ikki inniber eina loysing, hóast Sambandsflokkurin í einari desperatari støðu nú roynir at skjóta okkum hetta í skógvarnar.
Hann fer enntá so langt, nú veljaratølini fara eftir hæli, at hann einsamallur tekur sær æruna av øllum framstigum, sum hend eru síðan kreppuna. Hvørki aðrir flokkar í samgongu ella Várharra eiga longur nakran leiklut. Toskurin kom aftur á grunnarnar, tí Edmund vildi hava hann.
Okkara ríkisrættarligu viðurskiftu skulu ikki gerast kastibløka í danska fólkatingssalinum.Tað er ikki á danatingi hetta arbeiðið skal gerast. Tað nyttar lítið Heina O. Heinesen ella nøkrum øðrum tjóðveldismanni at boða frá stovnsetanini av Tjóðveldinum Føroyum á røðarapallinum á Christiansborg, tá øll onnur vita, at teir ikki her heima eiga ein meiriluta. Hvørja støðu skulu danir hava?
Eins lítið nyttar tað Johannes Martin Olsen ella nøkrum øðrum sambandsmanni ferð eftir ferð at føra fram á Christiansborg, at eingin stavur skal nemast ella broytast í galdandi heimastýrislóg, tá øll onnur vita, at teir ikki hava meiriluta fyri tí her heima í Føroyum.
Í so máta kann sigast, sum so mangan áður er ført fram, at besta trygdin fyri, at einki fer at henda á sjálvstýrisleið eru bæði Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin. .
Realpolitikkur
Realpolitikkur er at føra út í lívið tann politikk, sum hevur ein meiriluta aftanfyri seg. Hvørki sambandshugsjónin ella loysingin hava henda meiriluta, men hinir flokkarnir á tingi sita inni við møguleikanum.
Tí er einasta loysnin, sum hevur ein realistiskan møguleika, tann loysnin, sum Javnaðarflokkurin hevur víst á. Fyrr ella seinni fara vit at ásanna, at so er.
Men vit kunna geva eina týðiliga ábending longu nú við fólkatingsvalið við at geva Javnaðarflokkinum eina álitisváttan.