Upptøkuroynd til teaturkonsert

Millum jóla og nýggjárs verða upptøkuroyndir til teaturkonsertina, “Rósa Maria”, sum verður sett upp í Norðurlandahúsinum í november næsta ár.

Um eitt lítið ár, í november næsta ár, verður ein teaturkonsert sett upp í Norðurlandahúsinum, og í tí sambandi verða upptøkuroyndir í Musikkskúlanum í Havn frá 28. til 30. desember – hvønn dag frá klokkan 10 til klokkan 20.

Teaturkonsertin “Rósa Maria”, ið byggir á eitt stuttsøgusavn við sama heiti eftir Jens Paula Heinesen, sála, og er hetta fyrsta konsert av sínum slag í Føroyum.

Kendi amerikanski leikstjórin og koreografurin, Tim Zimmermann, sum hevur drúgvar altjóða royndir í at leikstjórna sangleikir – seinnu árini serliga í Norðurlondum – skal seta teatur-konsertina upp.

Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt til rættis løgini, og Petur Mohr Reinert er settur at samskipa og taka sær av tí praktiska.

Hoyr samrøðu við Petur Mohr Reinert við at trýsta á pílin undir myndini.