Sunnukvøldið var útrykningur í Havnargøtum og ymsastaðni kring um í høvuðsstaðarøkinum, tá løgreglan í bili royndi at steðga førara á eini motorsúklu.
Mánamorgunin, tá in.fo tosaði við vaktleiðaran, helt løgreglan seg hava hampiliga góð kort á hondini, tí tey mettu seg at hava staðfest, hvat slag motorsúklan var - og ein part av nummarspjaldrinum.
- Vit hava upptøkutól í løgreglubilinum, men tað vísir seg, at myndirnar ikki eru nóg týðiligar til, at sigast kann við vissu, hvør súkklan er.
Vaktleiðarin sigur, at fólk, sum vita um tilburðin at siga, eru vælkomin at geva teimum tips um, hvør førarin var á hesi motorsúklu sunnukvøldið.