Upptøkur av vrakinum av Estoinu almannakunngjørdar

Svenska útvarpið: Filmsupptøkur av átta tíma kaving er lagt út á heimasíðuni hjá estisku skaðanevndini.

 

Svenska skaðanevndin hevur almannakunngjørt allar videoupptøkurnar frá kaving í summar við vrakið av »Estoniu«, upplýsir Svenska útvarpið í dag.

Upptøkurnar eru almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá estisku skaðanevndini. Talan er um sjey ymsar upptøkur frá kaving í átta tímar.

Svenska útvarpið hevur áður boðað frá, at nýggju upptøkurnar greiðari enn higartil vísa hol í skrokkinum á Estoniu.

Kavingin varð gjørd í julu í summar.

Orsøkin til at fremja hesar kanningar av vrakinum 27 ár eftir at skipið gekk burtur, er at í einum sjónvarpsdokumentari í fimm pørtum komu fram nýggir upplýsingar um hol í stýriborðssíðu á »Estoniu«.

Tað var virðislønti svenski dokumentarurin »Estonia – fundet som endrar alt«, sum varð vístur á heysti 2020. Dokumentarurin skapti nýggjar spekulatiónir um orsøkina til ferjuskatastrofuna.

»Estonia« gekk burtur, tá hon var á veg úr Tallin í Estlandi til Stokkhólm í Svøríki 28. september í 1994. Síðani hevur hon ligið á havsin botni í Eystursjónum. Av teimum 989 fólkunum umborð vórðu bara 137 bjargað.

Tveir sviiar vóru í februar dømdir ósekir í at hava brotið gravarfriðin við »Estoniu«. Teir báðir vóru við rættin í Gøteborg ákærdir fyri at hava bortið gravarfriðin í sambandi við ein sjónvarpsdokumentar í september í 2019.

Teir noktaðu seg sekar í ákærunum, tá teir sigldu úr Týsklandi í týskum báti.

Týskland hevur ikk skrivað undir lógina um gravarfrið við »Estoniu«.

/ritzau/TT