Tað skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið í morgun.
Talan kann eitt nú vera um meiri fjarlestur og einstakar undirvísingardagar norðanfjørðs.
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, arbeiðir saman við Heilsuskúla Føroya, útbúgvingarráðnum fyri útbúgvingina og Undirvísingarstýrinum við at tillaga útbúgvingina. Vónin er, at fleiri fara at søkja inn á útbúgvingina, um hon gerst meiri liðilig. Treytað av, at allar góðkenningar o.a. koma upp á pláss, fer at bera til at søkja inn á tillagaða útbúgving seinni í vár.
Neyðugt er tó at tilskila, at av tí at nýggi leisturin m.a. er tengdur at góðkenning frá heilsumyndugleikum, ið varða av løggildingini til heilsurøktarar, ber ikki til at siga við vissu, at leisturin verður boðin út til august. Um hesi viðurskifti ikki eru komin í rættlag, verður verandi útbúgvingarleistur til heilsurøktara, sum vit kenna hann, boðin út ístaðin seinni í vár, til at byrja í august 2026.
Eftir ætlan fer at bera til at søkja til heilsurøktaraútbúgvingina frá apríl mánaði 2026. Nærri kunning kemur, tá til ber at søkja.
Lesið meira um upptøkuna her.










