Í morgun gav føroyski tónleikarin Dan Olsen nýtt videolag út til nýggja staklagið 'Welcome to the Future'.
– Tað varð upptikið í Saksun í summar, og dimmliga veðrið tann dagin passaði sera væl til huglagið á sanginum, stendur skrivað í tíðindaskrivi.
– Upptøkan hevur ymiskar goymdar meiningar, stendur víðari skrivað.
Her kanst tú síggja videolagið:
##med2##
Um lagið:
Matt Lawrence, sum vann ein grammy fyri albummið hjá Mumford & Sons, hevur miksað og mastrað. Dan Olsen hevur skrivað og framleitt.