Upptaktsprát við venjarar og viðmerkjarar undan kvinnufinaluni (FM1)

(FM1) Hoyr tað sum Hallur Danielsen (H71), John Larsen (VÍF), og Birgir Hansen og Turið Arge Samuelsen, viðmerkjarar søgdu undan hálvfinaluni

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra upptaktsprátini Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal gjørdu á FM1 undan kvinnufinaluni millum H71 og VÍF. Prátað var við: 

1) Hallur Danielsen, hjálparvenjari hjá H71.

2) John Larsen, venjari hjá VÍF.

3) Birgir Hansen, hondbóltsviðmerkjari

4) Turið Arge Samuelsen, ið er viðmerkjari hjá FM1 í dag

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá kvinnufinaluni. Sjúrður H. Hoydal verður reportari á gólvinum í samband við steypahandanina.

Til mansfinaluna verður Tróndur Arge reportari á gólvinum, og Sjúrður H. Hoydal fer at siga beinleiðis frá mansfinaluni millum H71 og Kyndil.

Samrøður, steypanhandan o.a. kemur alt út á in.fo.

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

(Upptaktsprát: Hallur Danielsen, John Larsen, Birgir Hansen og Turið Arge Samuelsen)