Joachim Löw takkar fyri seg sum landsliðsvenjari hjá Týsklandi, eftir hetta EM-endaspælið. Hann hevur sitið við róðrið síðani 2006, og var hjálparvenjari í 2004.
Hann royndi at gera eitt ættarliðsskiftið í síni seinastu setu, men bæði Thomas Müller og Mats Hummels eru við aftur, eftir at hava verið avsettir. Gongdin seinastu tíðina hevur ikki bara verið góð, og tað ery tey, sum halda at Joachim Löw hevur mist sína megi.
Liðið er fult av góðum spælarum og Týskland verður væntandi við líka til tað seinasta. Tó verða teir ikki nevndir sum greiðir favorittar eins og Frakland. Helst kemur tað av 6-0 ósigrinum fyri Spania og 2-1 ósigrinum fyri Norðurmakedónia.
Skulu vit gita, at Týskland endar við at vinna á Onglandi upp á brotssparkskapping?
Bólkur F:
Frakland-Týskland (20.00)
Dómari: Carlos del Cerro Grande (Spania)
Leikvøllur: Football Arena Munich, Týskland
Hópurin hjá Týsklandi:
Málverjar:
Manuel Neuer, Bayern München
Bernd Leno, Arsenal
Kevin Trapp, Eintracht Frankfurt
Verjuspælarar:
Matthias Ginter, Mönchengladbach
Antonio Rüdiger, Chelsea
Robin Gosens, Atalanta
Christian Günter, Freiburg
Marcel Halstenberg, Leipzig
Mats Hummels, Dortmund
Lukas Klostermann, Lepizig
Robin Koch, Leeds
Niklas Süle, Bayern München
Miðvallarar:
Ilkay Gündogan, Manchester City
Toni Kroos, Real Madrid
Emre Can, Borussia Dortmund
Joshua Kimmich, Bayern München
Thomas Müller, Bayern München
Jamal Musiala, Bayern München
Serge Gnabry, Bayern München
Leon Goretzka, Bayern München
Kai Havertz, Chelsea
Jonas Hofmann, Mönchengladbach
Florian Neuhaus, Mönchengladbach
Leroy Sane, Bayern München
Álop:
Kevin Volland, Monaco
Timo Werner, Chelsea











