Upptakt: Peru – Danmark

Danmark er stórur favorittur, men Peru er ikki at spæla við

Hetta er annar dysturin í bólki C, sum eisini telur Frakland og Avstralia. Mett verður, at um Danmark skal koma víðari, so skulu teir vinna á Peru, sum er við fyri fyrstu ferð í 36 ár.

 

Bólkur C:

Peru – Danmark (Klokkan 17)

Mordovia Arena, Saransk

Dómari: Bakary Gassama, Gambia

 

Peru hevur ikki verið til eitt HM-endaspæl síðani 1982, men liðið hevur also vunnið seg til HM-endaspælið við sigri á Kolumbia og endaði frammanfyri Kili. Hartil er liðið væl fyri í løtuni, tí teir hava ikki tapt í 15 dystum upp í slag. Stóra søgan um Peru hevur verið, at liðskiparin, Paolo Guerrero, er við, hóast hann fekk dopingbann undan kappingini. Talan er um eitt lið við skjótum og bóltsterkum, men lítlum spælarum.

 

Møgulig uppstilling (4-2-3-1): Gallese - Advincula, Rodriguez, Ramos, Trauco - Tapia, Yotun - Farfan, Cueva, Flores - Guerrero

 

Danmark er favorittur at vinna dystin, men nógv ábyrgd liggur á bóltsnillinginum Christian Eriksen. Tí verður vænta av dystinum, at Peru fer at leggja nógv fyri at steðga Tottenham spælarunum í at skipa spælið hjá Danmark. Stóra søgan úr danska hópinum var, at Nicklas Bendtner ikki er útikin. Tí skulu menn sum Nikolaj Jørgensen, Pione Sisto og Yussuf Poulsen skapa málini.

 

Møgulig uppstilling (4-2-3-1): Schmeichel - Dalsgaard, Kjær, Christensen, Stryger - Kvist, Delaney - Poulsen, Eriksen, Braithwaite – Jørgensen

 

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Peru vinnur: 3,45

Javnleikur: 3,3

Danmark: 2,4

 

Sjónvarp:

KVF og TV2