Upptakt og eftirtakt á Rás2

Rás2 fer at hava "Triðja Hálvleik" klokkan 21.45 í kvøld, og upptakt klokkan 15.10 til 17

Tróndur Arge hjá Miðlahúsinum er staddur í Grikkalandi, og tað fer at merkjast á Rás2 og in.fo í dag.

 

Klokkan 21.45 fer Rás2 at hava sendingina "Triði Hálvleikur", har Tróndur Arge fer at koma beinleiðis ígjøgnum við nøkrum prátum úr Grikkalandi, tá dysturin millum Grikkaland og Føroyar er liðugur.

 

Klokkan 15.10 til 17 verða samrøður at hoyra, sum Tróndur Arge hevur gjørt við spælarar og venjarar hjá føroyska landsliðnum. Umleið klokkan 16.35 verður eitt styttri fótbóltspanel við Tróndi og André Olsen um dystin, sum byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð.