Upptakt: Manchester grannauppgerðin

Jose Mourinho móti Pep Guardiola

Í dag verður grannauppgerð í Manchester, har spælarar fyri einar fimm til seks milliardir krónur fara á vøllin í senn. Hetta er eisini ein uppgerð millum José Mourinho og Pep Guardiola, sum eina ferð vóru vinir.

 

Dysturin millum Manchester United og Manchester City, sum verður á Old Trafford í dag, er eisini ein dystur millum venjararnar José Mourinho og Pep Guardiola. Í 1997 vóru teir á liðið saman í FC Barcelona. José Mourinho sum tolkur fyri Sir Bobby Robson sála, og Josep Guardiola, stýrimaðurin á miðvøllinum.

 

Alt var gott millum teir inntil í 2008. Tá skuldi FC Barcelona finna ein avloysara fyri Frank Rijkaard sum venjara. José Mourinho var upplagda boðið, eftir at hann hevði vunnið Premier League tvær ferðir við Chelsea.

 

Felagið valdi tó óroynda Pep Guardiola, ið tá hevði verið venjari hjá B-liðnum í eitt ár. Tað eru fleiri søgur um hvat skal vera hent, men tað stutta av tí langa er, at venjararnir síðani tá hava verið í hornatøkum.

 

José Mourinho var longu í ”bad standing” í katalanska felagnum, eftir at hann við Chelsea hevði verið á vitjan í Champions Legaue samanhangi. Í 2010 er portugisin aftur. Hesa ferð við Inter Milan og vinnur samanlagt. Dysturin fer í søguna um ein umstríddur dystur orsaka av teimum báðum.

 

Summarið eftir verður José Mourinho settur sum venjari hjá arvafíggindanum hjá Barcelona, Real Madrid. Í tvey ár er ikki friður millum venjararnar báðar, sum heldur ikki fjala at teir halda lítið um hvønn annan.

 

Nú møtast teir so aftur. José Mourinho sum venjari hjá Manchester United, og Pep Guardiola sum venjari hjá Manchester City. Hetta er bara fyrsta umfar í einum venjaraboksidysti, sum væntandi heldur fram í nøkur ár.

 

Dysturin byrjar klokkan 12.30.