Longu kl 09.30 fór stóra tiltakið fyri borðtennis, badminton og judo av bakkastokki. Nógvu finalurnar, ið skulu leikast í dag, verða leiktar í Hoyvíkshøllini. Hetta er níggindu ferð, at borðtennis, badminton og judo hava felags finalutiltak. Niðanfyri sæst yvirlit yvir finalunum.
Fleiri av íðkarunum hava møguleika at endurvinna FM. Verandi meistarar í badminton og borðtennis í einmansleiki eru:
Badminton, kvinnur: Rannvá D. Carlsson
Badminton, menn: Nikolaj Gunnarstein
Borðtennis, kvinnur: Durita F. Jensen
Borðtennis, menn: Fróði F. Jensen
Trý av hesum eru aftur í finalunum í ár, undantikið Nikolaj Gunnarstein, ið tapti í semifinaluni ímóti Aksel Poulsen í badminton. Ein av stóru favorittunum í badminton, Niklas Eysturoy, mátti trekkja seg longu í fyrsta dystinum í bólkaspælinum við skaða í rygginum.
Í judo verður tað serliga spennandi at fylgja við hjá einum manni. Hann eitur Jógvan Páll Kristiansen, ið umboðar Sunda Judofelag. Jógvan Páll er í øllum finalunum hjá teimum vaksnu í judo.
in.fo fer at gera meira burturúr Kontrast FM seinni á degnum, tá ið einmansfinalurnar byrja.









