Týskland - Meksiko klokkan 16.00
Í dag klokkan 16.00 fer ráðandi heimsmeistararnir og ein av stóru favorittunum, Týskland, undir at verja heimsmeistaraheitið.
Móstøðuliðið er Meksiko, ið sum vant er við til HM.
Týskland er greiður favorittur til hendan dystin, og Meksiko skal fremja eitt satt bragd, um tað skal eydnast sær at fáa eitt úrslit burturúr.
Meksiko tó hevur gott fólk í hópinum, men stóra ivamálið er um nakrir av bestu leikarunum hava eru farnir fram við sínum bestu døgum.
Hópurin telur fólk sum Andrés Guardado, Javier "Chicharito" Hernandez, Rafael Marquez og brøðurnir, Giovanni og Jonathan Dos Santos.
Fyri fáum árum síðani spældu hesir leikarar í feløgum sum Manchester United, Real Madrid, FC Barcelona og Valencia.
Nú spæla teir í West Ham, Betis, LA Galaxy og Atlas, so spurningurin er um teir longur hava støðið, ið krevst fyri at arga Týskland.
Væntað byrjanaruppstilling: Ochoa, Layun, Moreno, Castro, Salcedo, Hererra, Guardado, Vela, Lozano, Corona, Hernandez
Týskland stilla sum vera mann við stórum stjørnum á øllum plássum. Týskarar fegnast serliga um, at málverjin, Manuel Neuer, helst byrjar inni eftir langan skaðasteðg.
Framman fyri sær, hevur hann tríggjar liðfelagar úr Bayern Munchen í verjuni, og hetta samstarvið myndar eina ta sterkastu verjuna í øllum HM.
Væntað byrjanaruppstilling: Neuer, Hector, Boateng, Hummels, Kimmich, Khedira, Kroos, Müller, Özil, Werner
Brasil - Sveis klokkan 19.00
Brasiliumenn eru, eins og altíð, millum fremstu tjóðirnar við HM. Aftur hesaferð tykjast teir at vera avbera væl fyri, og teir eru greiðir favorittar móti Sveis.
Fyri Brasil er heimsstjørnan, og heimsinis dýrasti leikari, Neymar, vorðin til reiðar, eftir at hava stríðst við skaða seinastu mánaðarnar. Neymar er greitt størsta stjørnan á liðnum, men hann fær eisini stuðul frá millum øðrum Marcelo, Coutinho og Thiago Silva.
Væntað byrjanaruppstilling: Allison, Marcelo, Miranda, Thiago Silva, Paulinho, Casemiro, Coutinho, Willian, Gabriel Jesus, Neymar
Sveis, ið spældi seg víðari úr føroyska undankappingarbólkinum, telist ikki millum tær tjóðir, ið serfrøðingar væntað sær nógv av. Seinastu árini hevur sveisiskur fótbóltur verið í menning, men leikarar sum Xherdan Shaqiri, Valon Behrami og Granit Xhaka hava ikki ment seg eins nógv og var vónað av teimum fyri fýra árum síðani.
Stjørnunar á liðnum eru bakkarnir, Ricardo Rodriguez og Stephan Lichtsteiner, ið eru sera sterkir í báðum endum á vøllinum.
Væntað byrjanaruppstilling: Sommer, Rodriguez, Akanji, Schär, Lichtsteiner, Xhaka, Behrami, Shaqiri, Dzemaili, Zuber, Seferovic