Upptøkuroynd til poppbólk í dag

Í dag er stóri dagurin, har upptøkuroynd verður fyri at finna gentur til ein nýggjan føroyskan poppbólk

Vit skrivaðu fyrr í vikuni um, at nú hava allar evnaríkar gentur millum 16 og 26 ár møguleika fyri at blíva poppstjørnur. Til ein nýggjan poppbólk leita teir báðir vælkendu stjørnumakararnir Kári Jacobsen og Eyðfinn Jensen eftir gentum, sum duga at syngja, dansa og framføra. Teir báðir hava bæði saman og hvør sær staðið aftanfyri hópin av tónleika-verkætlanum gjøgnum árini. Millum annað minnast vit gentubólkin PoppKorn, sum gjørdist ein av best seljandi føroysku bólkunum nakrantíð.

- Hesaferð er ætlanin tó at samanseta ein øðrvísi bólk. Nevniliga við vaksnum og/ella næstan-vaksnum gentum, sum tónleikaliga og sjónliga vendir sær til hin vaksna lurtaran, siga teir báðir, sum eisini siga seg leggja dent á tónleikaliga og sangliga dygd.

 

Verð teg sjálva

Upptøkuroyndin verður í útvarpshúsunum hjá Kringvarpinum í dag kl. 13.

- Mannagongdin verður hendan: Tú kemur inn og sigur hvør tú ert, og syngur so ein sjálvvaldan sang. Harumframt verður tú leiðbeint í nøkrum einføldum dansitrinum, siga teir. Og teir leggja afturat, at alt sjálvandi fer fram í einum vinarligum og virðiligum anda.

- Stemningurin verður lættur og óhátíðarligur ? hóast tað verður tikið 100 % í álvara, siga teir, og enda við, at heita á allar áhugaðar gentur:

- Kom inn og verð teg sjálva ? vit gleða okkum at síggja teg!