Upptøkurnar av Hobbanum byrja í februar

So er greitt, at tað verða tveir filmar gjørdir um hobban. Eftir fíggjarligan ótyggleika hevur Peter Jackson nú langt um leingi fingið grønt ljós at byrja filmingina. Leingi hevur verið tosað um, at bókin um Hobban skuldi gerast til film. Nú er endiliga greitt, at upptøkrunar kunnu byrja í februar. Eisini er greitt, at tveir filmar verða gjørdir og at tað verður maðurin handan The Lord of the Rings, Peter Jackson, sum skal syrgja fyri at fáa filmarnar um Hobban í kassan.

 

- Hetta er ein long ferð inn í ein serligan heim við vakurleika, hugflogi og dramatikki, og eg gleði meg enn einaferð at sleppa inn í heimin hjá Bilbo Baggins og Gandalf, sigur Peter Jackson.